Mentan

Annbritt Toftegaard sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi

...

2015-04-15 22:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Annbritt Toftegaard í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum á Giljanesi. Annbritt er 40 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2000 og hevur arbeitt sum lærari í Miðvágs- Sándavágs skúla frá 2001. Harumframt hevur hon leiðsluútbúgving innan persónliga leiðslumenning og hevur leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 1. august 2012 og sum settur skúlastjóri frá 1. mars 2015.

Kelda: mmr.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder