Hin Tóma Grøvin.
Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burtur frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: "Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann."
Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina, hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum.
Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs. Men Maria stóð uttanffyri við grøvina og græt.
Sun hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. Og teir siga við Hana: "Kvinna hví grætur tú?" Hon sigur við teir: "Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann." Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus.
Jesus sigur við hana: "Kvinna hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?"
Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin og sigur við hann: "Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann."
Jesus sigur við hana: "Maria!" Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: "Rabbuni!" (Tað merkir: meistari). Jesus sigur við hana: "Nem ikki við meg, tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin, men far til brøður mínar og sig teimum: "Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara."
Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: "Eg havi sæð Harran!" og at hann hevði sagt henni hetta. (Johs. 20.1-18).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald