Mentan

Annaleiðis biograf-kvøld í Løkshøll í kvøld

...

2014-11-27 21:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld kl. 20.30 verður skipað fyri einum annaleiðis biograf-kvøldi í Løkshøll. Nú fyrsti desember liggur fyri durðum byrja fólk so smátt at koma í jólahýri. Sum nakað nýtt verður skipað fyri bindibio í Løkshøll. So ístaðin fyri at sita í einum myrkum høli og hyggja eftir einum filmi, verður ljósari inni so til ber at sita og binda meðan hugt verður eftir The Holiday. Sostatt er tað møguligt aktivt at hugna sær við stokkunum til ein góðan, skemtiligan og romantiskan film ??? og ikki minst í góðum felagskapi.


Møguleiki verður at keypa sær okkurt gott at hugna sær við áðrenn filmurin byrjar. Legg til merkis, at ongar reklamur eru áðrenn filmin, og tí miðja vit eftir, at filmurin byrjar stundisliga kl. 20.30.
Inngongdin verður við Bókasavnið við Løkin og møguleiki verður at keypa sær okkurt gott at hugna sær við áðrenn filmurin byrjar. Legg til merkis, at ongar reklamur eru áðrenn filmin, og tí miðja vit eftir, at filmurin byrjar stundisliga kl. 20.30.

Atgongumerkir fáast til keyps á heimasíðuni hjá Løkshøll, www.loksholl.fo

Tiltakið er skipað í samstarvi við Bókasavnið við Løkin og Løkshøll.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder