Ítróttur

Anna: Vit kláraðu at halda høvdið kalt

...

2015-02-16 00:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TB og Dráttur leiktu í gjár finaluna í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti. Dráttur vann dystin 3-2, og eru tí steypavinnarar hjá kvinnum. JN.fo hitti Onnu Sunadóttir Hansen hjá Drátti beint eftir dystin.

Sí myndir frá dystinum her.

Vit spurdu fyrst Onnu, hví TB kláraði at vinna seg uppá javnleik aftur hvørja ferð.

- Tað er sikkurt tí, at vit blíva eitt sindur ov spentar, tað kann eisini verða tí, at TB hevði okkurt at spæla fyri, tær máttu koma aftu,r fyri at verða við í dystinum, og tá taka vit tað eitt sindur róligari enn TB. Vit kláraðu at halda høvdu kalt í 5. settið, og tí vunnu vit steypafinaluna.

Vit spurdu eisini Onnu, hvussu tað er at spæla undir karminum, sum steypafinalan hevur at bjóða.

- Tað er sum ein dreymur. Tað er ótrúliga deiligt, nógvir áskoðarar. Tað var sera heitt at spæla, og tí var tað ringt at serva.

Sí myndir frá sigurshandanini her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder