Ítróttur

Anna vann gávubrævið

...

2016-09-10 20:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá kappingarárið hjá reiðfólkunum endaði við heystkappríðing seinasta vikuskiftið, var sum vant drigið um eitt gávubræv á kr. 5.000,- frá B??R??KT.

Hepni vinnarin í ár var Anna Magnussen av Lamba. Anna hevur seinastu árini verið millum ídnastu reiðfólkini og er hon við í mestsum hvørjari kapping, ið skipað verður fyri. Tí má tað metast sum sera uppiborið at júst hon vinnur gávubrævið í ár.

B??R??KT er høvuðsstuðul hjá kappingunum hjá Føroya Ríðingarfelag og er hetta avtala báðir partar hava verið fegnir um. Brandur í Dali formaður í Føroya Ríðingarfelag fegnast um avtaluna við B??R??KT og sigur at hetta heilt vist er við til at menna kappríðingina enn meira.
Ein liður í hesari menning er at felagið seinni í hesum mánaðinum, hevur evniskvøld um kappríðing og aðrar møguligar kappingar.

Kelda: Føroya Ríðingarfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder