Flogbóltur: Í sambandi við EM-kappingna hjá U19 kvinnum í Skotlandi verða nógv hagtøl førd. Og Føroyar smæðast ikki burtur har heldur.
Góðar móttøkur
Hyggja vit fyrst at topplistanum yvir móttøkur, so eiga Føroyar heilar tríggjar av teimum bestu 7 móttøkuspælarunum í kappingini. Kristina Knudsen er nr. 7, Katla Henriksen er nummar 5, og á triðja plássi er Anna Sunadóttir Hansen, sum hevur havt ikki færri enn 88 móttøkur í kappingini og 40% av teimum hava verið perfektar.
Besti smashari
Áðrenn seinastu tveir dystirnar í kappingini liggur Anna Sunadóttir Hansen á odda millum allar smashararnar. Hon hevur vunnið 34 stig við sínum álopum, og á listanum yvir vunnin stig tilsamans er Anna á triðja plássi við 42 vunnum stigum. Men eisini Katla Henriksen hevur staðið seg sera væl við 20 vunnum smashum og 25 vunnum stigum tilsamans.
12 fantastiskir leikarar
Sjálvandi er ymist hvussu nógv teir 12 leikararnir á einum liði leika og hvussu eyðsýndir teir eru. Og á føroyska liðnum hevur eingin verið eyðsýndari enn júst Anna Sunadóttir Hansen, men tað sum føroyska liðið hevur fingið serligt rós fyri, er hvussu væl samlaða liðið stendur saman. Hetta kemur skilliga fram, tá ið útskiftingar eru, tí heldur spælið fram ótarnað. Sjálvt tá ið at kalla alt liðið verður skift. Allar vita, hvat tær skulu gera og gera tað væl. Tað hava venjarar, fyrireikarar og áskoðarar lagt til merkis og virðismett føroysku U19 genturnar fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald