Steypafinalurnar í CocaCola-deildunum hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Onnu A. Brimnes, sum spælur við kvinnuliðnum hjá Kyndli.
Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla á gula gólvinum?
- Karmarnir um steypafinalunar hava seinastu árini verið framúr góðir, og tað ger tað sjálvandi til nakað serligt at spæla. Nógvir áskoðarir, tað gula gólvið o.a. so ja, tað er eitt sindur øðrvísi.
Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?
- Eg havi spælt 5 steypafinalur síðan tað gula gólvið kom á, og eg haldi eisini onkra afturat, tá eg var yngri.
Eru allir leikarar tøkir til dystin?
- Ja, allir leikarir eru tøkir.
Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?
- Okkara styrki er verjan, tí tað verður ikki skorað so nógv ímóti okkum, og so skulu vit royna at fáa tað skjóta spælið at rigga. Veikleikin er, at vit skora ikki upp á teir kjansirnar, sum vit skapa. Tær hava fínar skjúttar og verjan er eisini fín. Júst teirra veikleikar veit eg ikki.
Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?
- Eg vænti, at tað verður ein sera spennandi dystur, har alt kann henda. Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna, so eg vænti og vóni, at Kyndil stendur eftir sum vinnari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald