2017-02-07 20:04
Nú hósdagin 9. februar kl. 18.00 letur Angus Steakhouse upp á Klaksvíksvegi 45, har Hereford helt til. Sostatt fáa klaksvíkingar nú sítt egna búffhús, har konseptið og matskráin verður tann sama, sum á Angus Steakhouse í Havn.
Angus Steakhouse lat í oktober 2015 sína fyrstu matstovu upp í gamla kaffivogninum á Eystaru Bryggju í Havn og havnarfólk hava tikið sera væl móti nýggju matstovuni, sum bjóðar fólki ein moyran búff fyri ein bíligari pening.
- Tað var fyrst í desember at vit kunngjørdu, at vit fóru at lata upp í Klaksvík, og afturmeldingarnar, vit hava fingið frá klaksvíkingum, hava verið framúr góðar. Vit eru tí sera spentir uppá, hvussu klaksvíkingar og norðoyingar annars fara at taka ímóti matstovuni. Vit meta tað vera tørv á einum tílíkum konsepti í hasum prísbólkinum, sigur Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, sum er stjóri og ein av eigarunum.
- Vit hava seinastu vikurnar umvælt og snøgga hølini her í Klaksvík og starvsfólkini eru nú í gongd við at ???royndarkoyra??? køkin og matstovuna. Nú skuldi verið so mikið klárt, at vit frá hósdegnum kunnu lata upp og bjóða øllum ein góðan moyran búff og okkurt gott omaná fyri ein bíligari pening, sigur Tóki.
Køkurin kemur at hava opið mánadag til fríggjadag frá 11.30 til 15.00 og frá 17.00 til 21.30, leygardag frá 11.30 til 16.00 og frá 17.30 til 22.00 og sunnudag frá 11.30 til 16.00 og frá 17.30 til 21.30. Serlig døguratilboð verða hvønn dag millum kl. 11.30 og 15.00.
Tað eru teir tríggir Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, Rúni Djurhuus og Petur Slyne, sum eiga felagið, sum rekur matstovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald