Vinna

Angus Steakhouse latið upp í Klaksvík

...

2017-02-09 23:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Angus Steakhouse Klaksvík lat alment upp fyrr í dag og nógv fólk hava vitjað matstovuna í kvøld á Klaksvíksvegi 45. Jógavn Skorheim, borgarstjóri, var millum fyrstu gestirnar.

Seinastu vikurnar hava eigararnir og starvsfólk hjá Angus Steakhouse umvælt og snøgga hølini, har Hereford helt til, og gjørt tey um, so tey líkjast Angus Steakhouse konseptinum. Matskráin, stílurin og prísurin er tann sami sum í Havn, har tú kanst fáa ein góðan moyran búff og okkurt gott omaná fyri ein bíligari pening. Á matskránni er eisini hummarasuppa, burgarar, lambaryggur og annað gott.

Angus Steakhouse lat í oktober 2015 sína fyrstu matstovu upp í gamla kaffivogninum á Eystaru Bryggju í Havn og havnarfólk hava tikið sera væl móti nýggju matstovuni, sum bjóðar fólki ein moyran búff fyri ein bíligari pening.

Borgarstjórin í Klaksvík var millum mongu gestirnar og hann fegnast um, at Angus Steakhouse nú eisini er komið til Klaksvíkar.

- Seinastu árini eru alsamt fleiri matstovur byrjaðar í okkara kommunu. Á hesum økinum hevur tænastan ment seg nógv, og vit hava í dag nógv ymisk góð tilboð, ið kunnu stuðla undir einum aktivum býi við nógvum upplivingum, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim

- Nú kunnu vit gleðast um, at vit fáa enn eitt tilboð til okkara íbúgvar, og øll tey mongu vitjandi bæði úr Føroyum og úr útlandinum, sigur Jógvan Skorðheim.

Tóki Jákupsson Skeel Nolsøe er stjóri og partaeigari í felagnum, sum rekur Angus Steakhouse matstovurnar.

- Vit eru ovfarnir av góðu móttøkuni, vit hava fingið frá øllum her norðuri, og vóna at vit við hesum kunnu geva klaksvíkingar og norðoyingar eitt gott matarstað. Vit meta tað vera tørv á einum tílíkum konsepti í Klaksvík í hasum prísbólkinum, sigur Tóki.

Matsstovan kemur at hava opið hvønn dag - eisini leygardag og sunnudag - frá kl.11.30, har serlig døguratilboð verða hvønn dag millum kl. 11.30 og 15.00. .

Køkurin kemur at hava opið mánadag til fríggjadag frá 11.30 til 15.00 og frá 17.00 til 21.30, leygardag frá 11.30 til 16.00 og frá 17.30 til 22.00 og sunnudag frá 11.30 til 16.00 og frá 17.30 til 21.30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder