Politikkur

Andstøðutinglimir undrast á ætlaðu dupult afturlatnu uppboðssøluna

...

2018-03-26 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tingfólk úr øllum andstøðuflokkunum undrast á ætlaðu dupult afturlatnu uppboðssøluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Tey hava tí í felag orðað skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin.
Les fyrispurningin niðanfyri:

1. Hví hevur landsstýrismaðurin valt dupult afturlatna uppboðssølu av fiskirættindum?
2.??tlar landsstýrismaðurin at taka ráðgevingina frá Fiskivinnuráðnum til eftirtektar?
3.??tlar landsstýrismaðurin at vísa Løgtinginum ta virðing at bíða við at lýsa kunngerðina, til Løgtingið er liðugt at viðgera uppskotið um at taka uppboðssøluna úr løgtingslógini um sjófeingi?

Viðmerkingar:
Løgtingslóg um sjófeingi varð samtykt við teprum meiriluta í Løgtinginum í desember 2017. Í lógini er heimild til landsstýrismannin at selja ávísa nøgd av fiskirættindum á uppboðssølu. Har er talan um bæði stutttíðar og langtíðarloyvi.
Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur verið til fyrilestur hjá altjóða serfrøðingi í uppboðssølu. Hann greiddi frá, at gransking vísti, at um ein gjørdi sær greitt, hvat úrslit ein vildi náa, so kundi uppboðssølan gerast á ein hátt, sum náddi ætlaða úrslitið.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt uppskot til kunngerð um eina dupult afturlatna uppboðssølu. Keypararnir skulu ikki vita, hvørjum tey bjóða ímóti, og skulu heldur ikki vita, hvørja nøgd tey bjóða uppá. Her er alt annað enn talan um opinleika og gjøgnumskygni. Í teimum uppboðssølum, sum hava verið higartil, er henda dupult afturlatna uppboðssølan ikki roynd.
Tá landsstýrismaðurin nú hevur valt ein søluhátt, sum ikki var kunnugur fyri Løgtinginum, tá uppskotið um sjófeingi varð viðgjørt, má landsstýrismaðurin hava eina ávísa ætlan fyri úrslitið av uppboðssøluni. Tí eigur Føroya fólk at fáa at vita, hvat úrslit, landsstýrismaðurin ætlar at náa við hesum hátti at selja.Nú hevur landsstýrismaðurin havt uppskot til kunngerð til hoyringar í Fiskivinnu­ráðnum. Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlaða háttinum at halda uppboðssølu.
??ll vinnan ynskir eina opna uppboðssølu, og tí verður spurt, um ynskini frá vinnuni verða tikin til eftirtektar.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at taka uppboðssøluna úr løgtingslógini um sjófeingi. Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin vil vísa Løgtinginum ta virðing at bíða við at lýsa kunngerðina um uppboðssølu, til Løgtingið hevur avgreitt málið.

Jørgen Niclasen, Jógvan Skorheim, Helgi Abrahamsen, Jákup Mikkelsen, Jenis Av Rana, løgtingsmenn ???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder