Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava aftur í ár lagt fyri Løgtingið felags fíggjarlóg fyri 2015. Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen hava samsvarandi hesum lagt fram felags broytingaruppskot til fíggjarlógina hjá landsstýrinum.
Vit eiga avbera stórt ríkidømi í Føroyum
Vit staðfesta, at serliga orsakað av stórum inntøkum í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni, lágari rentu og nógvum byggivirksemi ??? bæði alment og privat ??? fer føroyski búskapurin at vaksa við umleið 2,5 mia. kr. í hesum valskeiðnum. Samstundis hevur rentan verið søgulig lág og oljuprísurin fallandi. Hartil eru og verða inntøkuførdar 280 mió. kr. árliga frá forskatting av pensjónum. Við hesum fortreytum átti sjálvandi at verið munandi yvirskot hjá landskassanum í hesum døgum.
Frá halli til tryggan búskap
Landskassin hevur tó havt stórt hall síðani samgongan tók við. Eisini er greitt, at søgan er við at endurtaka seg: Samstundis sum stór ferð er komin á íløgur innan tað privata og hjá kommunum, so er munandi gongd eisini sett á íløgurnar hjá landinum. Við rætta politikkinum er gjørligt at fáa eitt ríkari samfelag fyri alt fólkið, og at venda landsins halli til yvirskot og skapa ein tryggan og sjálvberandi búskap. Meðan fíggjalógaruppskotið frá samgonguni væntar eitt hall á 139,7 mió. kr., verður úrslitið hjá andstøðuni munandi betri.
Andstøðuflokkarnir leggja fram ein øðrvísi politikk, ið kann skapa eitt rættvíst býti av landsins virðum og møguleikum fyri allar samfelagsbólkar, ein nýskapandi vinnupolitikk og íløgur í útbúgving og gransking.
Møguleikar fyri øll
Vit staðfesta, at føroysku húsarhaldini og fleiri samfelagsbólkar og pláss í landinum síggja lítið til framgongdina í búskapinum. Samstundis verða grundleggjandi vælferðartænastur spakuliga píndar niður. Alneyðugt er, at ein umfordeiling fer fram av nýggja ríkidøminum og møguleikunum, eitt nú við, at ein skattalætti verður latin til lág- og miðallønt. Tá kemur peningurin í størri mun út til tey, sum í dag ikki hava somu møguleikar, og peningurin kemur í størri mun í umferð í samfelagnum. Skatta- og avgjaldisinntøkurnar hjá landinum vilja tí eisini vaksa samsvarandi.
Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi leggja fyri Løgtingið egna fíggjarlóg, ið m.a. leggur dent á hesi mál:
· Betri fíggjarliga rúmd hjá fólki við lág- og miðalinntøkum
· Nýskipanir verða framdar ??? eitt nú innan fiskivinnu, heilsuverk og skúla
· Vinnurættað gransking og møguleikar hjá íverksetarum verða styrkt
· Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fáa hægri pensjón. Viðbótin hækkar 3.000 kr. um árið og 4.200 kr. fyri stakar pensjónistar.
· Tað almenna skal í størri mun samskipa alment innkeyp, og í størri mun gagnnýta kappingina á marknaðinum. Hetta vil stimbra vinnuna, og geva landinum meira fyri hvørja krónu.
· Samferðslan kring alt landið verður styrkt.
· ??búgvingarmøguleikarnir verða øktir.
· Tær grundleggandi vælferðartænasturnar skulu ikki niðurpínast, og m.a. fær Landssjúkrahúsið 9 mió. kr., ið skulu tryggja tænastuna og Psykiatriska depilin.
· Barnafrádráttur verður øktur úr 6.500 upp í 8.000 kr. árliga pr. barn, og barnaískoytið til stakar uppihaldarar hækkar.
· MVG til matstovuvirksemi lækkar og ferðaavgjaldið skal avtakast yvir eitt áramál.
· Havrannsóknarskip, Tjóðleikhús og lestraríbúðir eru millum uppraðfestu íløgurnar.
Fíggjarlógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn kann lesast á heimasíðu Løgtingsins her (s. 13 og úteftir): http://www.logting.fo/files/casestate/14561/010.14%20Alit%20Figlog%202015%20(1).pdf
Á Løgtingi, 10. desember 2014
Tjóðveldi Javnaðarflokkurin Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald