JN

Andstøðan tagd burtur í KVF

...

2017-07-05 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin skrivar:

ANDST??ÐAN TAGD BURTUR Í KVF

Vit góvu KVF eitt herðaklapp herfyri, tí tey fyri eina ferð skyld gjørdu eitt kritiskt innslag um Tjóðveldi. Kanska eiga vit at taka herðaklappið aftur, nú tað vísir seg, at 14. september-samgongan hevur ovurstórar trupulleikar.
Í tíðindunum kl. 12.20 og kl. 15.00 sluppu einans fólk úr samgonguni at útleggja tekstin: Páll á Reynatúgvu, Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal.
Teir sluppu umvegis mikrofonhaldarar at sissa føroyingar og í felag at vátta, at "samgongan er intakt", hóast øll vita, at KAOS valdar.
Andstøðuleiðarar mugu fyri alt í verðini ikki sleppa fram við sínum sjónarmiðum, ið eru eins týðandi og tey hjá samgonguni.
Andstøðan verður tagt burtur, og tað stríðir ímóti grundleggjandi journalistiskum prinsippum, ið áseta, at báðir partar skulu við í eitt og sama innslag ella tíðindasending.
Sum tey sjálvi søgdu, tá ið 12.20-sendingin endaði: Heini Gaard var redaktørur og í útvarpsstovuni sat Sigmar Bláberg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder