Ítróttur

Andrias gjørt nýggjan sáttmála við B36

...

2016-09-30 20:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36: Ungi og frintiligi verjuleikarin og U21 liðskiparin, Andrias Høgnason Eriksen og B36 hava í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála.

Sjálvt um partarnir høvdu sáttmála fyri 2017, so er semja í kvøld gjørd um at taka 2018 við eisini.

Andrias vann øll B36 hjørtur, tá hann sum eitt stjørnuskot kom inn á vøllin í sínum fyrsta effodysti í 2014 ímóti HB, har hann vísti, at hatta var hansara pláss.

"Andrias er ein ungur og evnaríkur leikari, sum vit eru sera glað fyri at hava í B36.

Hansara hugburður og arbeiðsinnsatsur er fyrimyndarligur og skal hann nokk koma langt á sínari fótbóltsferð" sigur ein nøgdur, Rúni Herup Olsen, formaður í B36

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder