Ítróttur

Andreas og Sophus halda fram hjá Kyndli

...

2015-04-09 14:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teir stóðu á odda fyri kvinnuliðnum hjá Kyndli, sum vann greipuna í 2014, og teir hava aftur í ár stýrt kyndilskvinnum í steypafinalu og FM-finalur. 

Greitt er nú, at Andreas F. Hansen og Sophus Dal Christiansen eisini verða venjarar hjá kyndilskvinnum kappingarárið 2015/2016. Besta kvinnuliðið hjá Kyndli er við miðvísari menning í ungdómsdeildum í mong ár og alsamt fleiri royndum í bestu deildini vorðið eitt topplið í føroyskum hondbólti. Á liðnum eru at kalla bara spælarar uppaldir í Kyndli, flestu spælararnir eru framvegis ungir, og grundarlagið er tí so gott og trygt, sum tað fær verið. 

Árið 2016 verður serligt hjá Kyndli, tí 10. mars fyllir felagið 60 ár, og kappingarárið 2015/2016 fer felagið tí at leggja minst líka nógv fyri sum hetta kappingarárið. Við Andreasi og Sophusi við stýrisvølin hjá kyndilskvinnum ivast felagið ikki í, at framtíðin er bæði bjørt og grøn. Leygardagin verður næsta FM-finalan ímóti Neistanum. Málið er at økja innsatsin minst 30 prosent og vinna dystin, so tann avgerandi finalan verður spæld sunnudagin, skrivar kyndil.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder