Ítróttur

Andreas F. Hansen: Hesin dysturin var ein heilt annar dystur enn mikudagin

...

2016-04-23 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit ittu Kyndilsvenjaran Andreas F. Hansen eftir at FM-dystin ímóti Neistanum, vit settu Andreasi nakrar spurningar.

Hvussu vilt tú lýsa hendan dystin í mun til dystin mikudagin?

Hettar var ein heilt annar dystur í kvøld frá okkara síðu - Vit byrja við at okkara kvinnur eru ógvuliga agrisivar, tær lupu á í verjuspælinum, tum tær vanliga gera, av tí sama fingu vit eisini eina góða byrjan, og vit komu framum beinanvegin - men so stívnaði álopsspælið aftur, sum tað ofta ger ímóti Neistanum - tíverri brenna vit so nógvar stórar kjansir, sum skulu brúkast rætt fyri at vinna dystin.

Hvussu setti tú tínar leikarar upp til dystin í dag - eftir at tit taptu so nógv mikudagin?

Eg haldi at tær eisini vóru uppsettar mikudagin, men í mun til mikudagin, tá ið við høvdu eina 6-0 verju, so gjørdu vit broytingar í verjuni, sum vit hava tosað um síðan mikudagin, tað kravdi nógv av leikarunum, men tær kláraðu uppgávuna væl.

Hvussu leingi helt tú, at tit kanska fingu ein dyst afturat í morgin til at avgera finaluna í?

Tað gjørdu vit líka til endan av dystinum - vit vóru í álopi tá í umleið ein minuttur var eftir og aftanfyri við bert einum máli - man sær so oftani í hondbólti - allastaðni í verðini, at tað skal einki til. Man skorar mál og hini gera ein feil, fo fær man kjansin aftur - tað trúi eg uppá líka til endan av dystinum.

Er Neistin tann rætti FM-vinnarin hjá kvinnum?

Ja, um man hyggur eftir allari kappingini, so má man siga tað - tær hava hóast alt bæði vunnið steypakappingina og FM, somuleiðis vunnu tær grundspælið - ja tað haldi eg man má siga.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder