
FSF Varpið: Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum, væntar ein truplan dyst ímóti Andorra. Men er avrikið gott, kemur úrslitið av sær sjálvum, sigur hjálparvenjari.
Leygardagin klokkan 17:00, føroyska tíð, spælir føroyska A-landsliðið við monnum fimta dystin í undankappingini til HM 2018. Dysturin verður á Estadio Nacional í Andorra La Vella, har Andorra tekur ímóti.
Føroyska landsliðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávua, og seinnapartin fríggjadagin vandi liðið á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast. Nógv hevur verið tosað um vøllin, sum er av teimum eldru graslíksvøllinum. Men tað ræðir ikki hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.
- Tað er ikki nakað, sum hevur verið eitt av fokus-puntunum hjá okkum. Bæði liðini spæla á sama vølli, so tað er líka fyri báðar partar. Men er avrikið í lagi, skulu vit nokk fáa okkurt stig, sigur Jóannes Jakobsen við FSF Varpið, sum sæst niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald