Ítróttur

Andor: Eg havi bíðað eftir hesum síðani 2012

...

2017-04-23 20:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir at H71 í gjár gjørdist føroyameistarar eftir at hava vunnið báðar FM-finalurnar á VÍF, hittu vit John Andor í Horni Sivertsen hjá H71. Vit settu honum nakrar spurningar.

Vit spurdu fyrst Andor hvussu tað føldist at vinna fyrsta FM síðani 2012.

- Tað er ótrúligt og deiligt, hetta er nakað eg havi kempað fyri síðani H71 seinast blivu føroyameistarar, tí eg var sjálvur ikki við tá, eg kom í hópin árið eftir, og síðani hava vit bara tapt finalur. 

Seinastu tvey árini hava finalurnar verið móti VÍF, og VÍF hevur vunnið FM bæði árini, hvussu gott er tað at vinna tað nú?

- Vit hava bíðað í eitt heilt ár at hevna tapið móti VÍF í fjør, tá vit vunnu grundspælið og teir stjólu FM-heitið frá okkum, so tað er ein góð kensla eg havi nú. 

Hvussu vilt tú lýsa dystin?

- Vit løgdu hart út, og so eru teir óheldigir at fáa Julian Olsen skaddan í fyrra hálvleiki, og tá missa teir nógv í álopinum, og aftaná tað koyra vit bara dystin trygt heim. 

Hvussu eru karmarnir um finaluna?

- Teir eru heilt ótrúligir, tað er fantastisk at spæla, hvør leikari sum kemur inn hevur heilt sikkurt eitt fantastisk upplivisi, segði ein glaður Andor við JN.fo eftir dystin í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder