2016-06-22 15:24
Síðan 1994 hevur Andersen´s Beding veitt álítandi tænastur til sjóvinnuna. Talan er serliga um uppháling og umvælingar av smærri og størri bátum. Bedingin klárar at taka bátar upp til 7m breidd og áleið 100 tons.
Andersens Beding er einaumboð av Nanni Diesel motorum í Føroyum og Motul motorolju.
Tað eru Høgni Andersen og Jóhan Andersen, sum eiga Andersen´s Beding.
Vit hava prátað við Høgna Andersen, hann sigur at teir hava nógv at gera. Í løtuni arbeiða 8 mans á bedingini, men brúk er fyri fleiri afturat, tað hevði verið passandi við 14 fólkum sigur Høgni.
Tað nógva, sum teir arbeiða, er at viðlíkahalda alibátar. Høgni sigur, at fyri at kunna arbeiða altíð, so eru teir nú í holt við at byggja eina høll, sum er 20x20 metrar til víddar - høllin er 14 metrar høg. Tá ið høllin verður liðug, tá verður munandi lættari at tilrættisleggja arbeiði sigur stjórin á Bedingini á Strondum - Høgni Andersen.
Myndirnar tóku vit í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald