2015-04-17 14:34
Vaga.fo skrivar: Í dag fyllir Amanda Joensen úr Vatnsoyrum 100 ár.
Amanda er fødd í Sørvági í 1915. Hon flutti saman við foreldrum sínum til Vatnsoyrar í 1923.Tey vóru millum fyrstu niðursetufólkini har.
Í 1937 giftist Amanda við Daniel Joensen, skipara úr Vági. Tey búsettust í Vági og fingu børnini Jonnu, Mourits og Annu.
Í 1974 fluttu Amanda og Daniel í nýggj hús, sum tey høvdu latið bygt í Vatnsoyrum.
Tey búðu eisini eina tíð í grønlandi í 1970-unum, tá øll børn teirra búðu har.
Amanda bleiv einkja í 1999. Hon búði einsamøll í Vatnsoyrum til 2010 tá hon eftir sjúkralegu flutti á Sýnina í Miðvági at búgva.
Vága kommuna ynskir Amandu hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald