2017-06-05 21:56
Á middegi í dag kom ferðamannaskipið Amadea á Havnina. Amedea kom úr Íslandi, og legði at bryggju í Føroyum í nakrar tímar, áðrenn leiðin gekk víðari til Lerwick tá ið skipið loysti í kvøld.
Amedea er 3. ferðamannaskipið ið vitjar á Havnini í ár, í alt hava 48 skip boðað frá til Tórshavnar havn at tey koma har.
Amadea var tikin í siglin í 1991, og fram til í 2006 hevði skipið navni Asuku og hoyrdi heima í Japan. Í 2006 skifti skipið so navn til Amadea og fór at sigla undir flagginum hjá Bahamas.
Skipið er 193 metrar langt og 25 metrar breitt. Tað tekur 624 ferðafólk og manningin telur 292. Skipið kostaði 150 mió dollarar at byggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald