2017-05-20 10:57

Meira fyri minnið!
Klokkan 5 í morgun vóru nógv fólk møtt upp niðri á Vaglinum fyri at heilsa Jonhardi og Pól góðan túr til Klaksvíkar Í stuðulsrenning til frama fyri Alzheimerfelagið. Borgarstjórin Annika Olsen og maður hennara vóru eisini møtt - umframt rennarar frá Bragdinum og aðrir rennarar. Nakrar rynkur vóru eisini møttar at geva teimum ein góðan start.Enn ber til at stuðla við einari uppædd við at fara inn á www.jonhard.net
Eg vil sum forkvinna vegna Alzheimerfelagið ynskja Jonhardi & Co. góðan túr til Klaksvíkar.
Tað skrivar Malan Mohr á Facebook-síðuni hjá Alzheimerfelagnum.
Myndirnar eru frá Alzheimerfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald