JN

Álvarslig ferðsluvanlukka í Trongisvági

...

2016-01-24 01:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.FO SKRIVAR: Um eitt-tíðina í dag var ein ferðsluvanlukka við viðarlundina í Trongisvági.

Tvey fólk vóru í bilinum, sum kom koyrandi úr Hvalbiartunnlinum og fór av vegnum og fór rullandi eftir bønum oman í viðarlundina.

Ein ungur maður er illa løstaður. Serliga armar og bein hava fingið skaða, sigur vaktahavandi í Havn.

Tyrlan hevur flutt mannin til norður til Landssjúkrahúsið.

Hitt ferðafólkið, eitt barn, fekk ongan skaða, sigur vakthavandi í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder