2016-01-27 00:50
Í dag kl. 16:08 fekk politiið umvegis alarmsentralin fráboðan um, at ein álsvarlig ferðsluvanlukka var hend á Velbastaðvegnum í Havn.
Ein persónbilur fór á rull frá einum síðuvegi og út á
Velbastaðvegin. Ein annar bilur rendi í síðuna á tí rullandi bilinum, har ein
ein 57 ára gomul kvinna varð kleimd ímillum hurðina og bilin.
Sjúkrabilur og politiið vóru skjótt á staðnum, men hóast
lívbjargandi fyrstuhjálp stóð kvinnan ikki til at bjarga og doyði løtu seinni
av løstunum hon fekk.
Tey avvarðandi eru kunnaði, sigur løgreglan í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald