Havstovan hevur gjørt mátingar av trolinum, ið verður brúkt í altjóða yvirlitstrolingunum eftir makreli í Norðurhøvum.
Talan er um eitt flótitrol, kallað MULTPELT, ið skal verða riggað eftir serligum forskriftum, sum eru eins fyri øll skipini, ið luttaka í makrelkanningunum.
Grundin til mátingarnar eru at tryggja at tey ganga eins í sjónum, soleiðis at veiðan kann samanberast millum ymsu skipini. Millum annað varð mátað, hvussu høgt og breitt gapið frammi í trolinum var, soleiðis at nøgdin av makreli, ið fingin verður, kann roknast um til veiðu pr. tíma. Hetta er eitt mát fyri nøgd av makreli, sum verður brúkt í stovnsmetingunum.
??rslitini vístu, at gapið var umleið 30m og skverið 60m, sum er júst sambært forskriftunum til yvirlitstrolingarnar. Mátingarnar vórðu gjørdar í 2013 við Finni Fríða, í sambandi við verkætlanina MULTPELT kalibrering. ??rslitini hava verði nýtt í kanningunum síðani.
Luttakarar á Havstovuni vóru Jan Arge Jacobsen og Leon Smith, frá pf VóninKristian Zachariassen og frá Pf Varðin Andri Hansen, skipari á Finni Fríða.
Sí nærri lýsing av úrslitunum: Kanningartúrur. Stuðul varð fingin frá pf Varðin, pf Vónin og Fiskivinnugransking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald