JN

Altjóða roykfríur dagur í morgin

...

2017-05-30 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framsýning av tekningunum á Torginum í SMS mikudagin kl 16.

31. mai er hin Altjóða Roykfríi Dagurin. Í tí sambandinum skipar fólkaheilsuráðið fyri framsýning av tekningum hjá børnum í barnagarðs- og skúlaaldri á torginum í SMS. Hetta er úrslit av kappingini, sum hevur verið tann seinasta mánaðin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og Innlendismálum fer at avdúkar vinnararnar og handar virðislønir klokkan 16.

Jens Marni Hansen kemur á pall at syngja áðrenn handanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder