JN

Altjóða ráðstevna um vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum

...

2015-03-23 22:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðurlandahúsið verður karmur um altjóða ráðstevnu, um vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, fyrsta og annan juni. Ráðstevnan er partur av ársætlanini, nú Føroyar hava formanskapin í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Endamálið við ráðstevnuni er at viðgera teir mongu vakstrar møguleikarnar, sum eru í bláu tilfeingisvinnunum. Ráðstevnan er serliga ætlað politikkarum, vinnuni, íleggjarum og teimum sum skulu taka avgerðir.

Á ráðstevnuni verður spurningurin, um hvørji politisk tiltøk kunnu og eiga at setast í verk fyri at eggja til vøkstur í bláu tilfeingisvinnuni, viðgjørdur.

Fyrilestrahaldarar eru serfrøðingar á teimum ymisku økjunum, sum verða viðgjørd á ráðstevnuni.

Høvuðsevnið sum verður viðgjørt er, hvørjir globalir og lokalir møguleikar eru fyri vøkstri í vinnum, íð eru knýttir at havinum. Harumframt verður spurningurin, um hvørjir politiskir trupulleikar og møguleikar eru við at fáa vøkstur í bláa tilfeingisbúskapin, umrøddir.

Ein frágreiðing, sum lýsir fleiri umráðir av bláa tilfeingisbúskapinum, verður gjørd frammanundan ráðstevnuni. Somuleiðis verður ein frágreiðing gjørd við tilmælum frá ráðstevnuni.

Tað er Fiskimálaráðið og Norðurlendska Havsmiðjan, sum skipa fyri ráðstevnuni.

Skáin fyri ráðstevnuna kann lesast á heimasíðuniwww.norden2015.fo

Her er leinjan til skránna:http://norden2015.fo/english-edition/growth-in-blue-bio-economy-conference/first-announcement/

Kelda: fisk.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder