Politikkur

Altjóða ráðstevna um bláan vøkstur

...

2017-10-02 19:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskimálaráðið skipar fyri stórari altjóða ráðstevnu í maltesiska høvuðsstaðnum Valletta í døgunum 2.-4. oktober 2017, har oyggjasamfeløg fara at viðgera møguleikarnar fyri at gagnnýta havtilfeingi í betri mun í framtíðini. Á ráðstevnuni vera dømi um vinnulig átøk í londum, sum Ísland, Grønland, Seychellurnar, Mauritius, Papua Ný Guinea, Cabo Verde, Sao Tome og Principe, Vanuatu og Grenada. Eisini luttaka FAO og ES.

Endamálið er at virka fyri størri samstarvi og betri samskifti um verkætlanir, sum kunnu stuðla búskaparmenning í oyggjasamfeløgum kring heimin. Tað snýr seg serliga um at finna nýggjar vinnur og marknaðir, har oyggjasamfeløg kunnu luttaka og hava fyrimun út frá teimum fortreytum, sum oyggjasamfeløg liva og virka undir.

Á ráðstevnuni, mánadagin og týsdagin, fara umboð frá hesum ymisku londunum at leggja fram um nýggjar vinnur og verkætlanir, sum taka útgangsstøði í havtilfeingi. Serligan áhuga hevur tilfeingi, sum í løtuni ikki verður gagnnýtt, ella bert í lítlan mun verður gagnnýtt. ??r Føroyum fer ??lavur Gregersen frá Ocean Rainforest at leggja fram um royndirnar við taraframleiðslu, eins og Sissal Kristiansen greiðir frá royndunum at skapa mótaklæði burtur úr eitt nú tara og fiskaskræðu.

Ein høvuðstáttur í framløgunum verður um, hvussu burðardygg framleiðsla kann menna nýggjar vinnuvegir, og soleiðis eisini menna nýggjar virðisketur í framleiðslu- og ídnaðarhøpi. Dømi um møguleikan fyri slíkum framleiðslum er júst mótavinnan, sum kann gagnnýta tilfeingi úr havinum, í staðin fyri at nýta aðrar meira dálkandi rávørur. Luttakandi oyggjasamfeløgini hava eina røð av felags avbjóðingum, og í løtuni hava londini ymiskar tilgongdir í mun til, hvussu hesar avbjóðingarnar verða loystar.

Mikudagin 4. oktober fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, at leiða ein serligan fund, har altjóða stjórnarumboð frá luttakandi londunum og umboð frá FAO og ES skulu taka støðu til, hvussu ráðstevnan kann geva íblástur til framhaldandi samstarv. Endamálið er at tryggja, at góðar royndir frá oyggjasamfeløgum kring heimin kunnu samstarva um at menna nýggjar vinnur, sum byggja á tilfeingi úr havinum. Eisini er ætlanin at vita, um grundarlag er fyri at halda fram við líknandi ráðstevnum í framtíðini, har Føroyar kundu verið ein upplagdur møguleiki at veri karmur um eina slíka.

Ráðstevnan Large Ocean Nations Forum on Blue Economy er úrslit av norðurlendska formansskapssessinum á fiskivinnuøkinum í 2015, tá Fiskimálaráðið hevði formansskapin. Ráðstevnan er samskipað av Fiskimálaráðnum, Norðurlendska ráðharraráðnum og Norrønum Atlantssamstarvi, NORA. Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapurin undir ST, FAO, og bretska Commonwealth hava eisini stuðlað ráðstevnuni.

Large Ocean Nations Forum on Blue Growth, Malta, 2.-4. oktober 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder