Mentan

Altjóða kvinnubønardagur 2015

...

2015-03-06 18:04 Author image
placeholder

Altjóða kvinnubønardagurin verður í ár hildin fríggjadagin hin 6. mars kl 19.30 í Vestmanna kirkju. Dagurin verður altíð hildin fyrsta fríggjadagin í mars mánaði, og í ár eru tað Bahama oyggjarnar, sum hava fyrireikað bønardagin. Tankin er, at allar kvinnur, uttan mun til samkomur ella kirkjur, koma saman at halda dagin.

Aftaná upplestur og bønir í kirkjuni, fara vit í kirkjukjallaran, at eta eina bahama inspireraða máltíð saman.

Bønardagurin hevur í nøkur ár verið hildin í ymsum samkomuhúsum í Vestmanna, og í ár verður hann so hildin í kirkjuni. Vit vóna at síggja nógvar kvinnur, sum vilja halda henda sermerkta dagin saman.

Vegna fyrireikararnar

Anette, Daniella, Marita og Marjun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder