Aftur í ár skipar Morten Hust Petersen saman við ørðum fyri altjóða hondbóltsstevnu undan páskum - Stevnan MARCON CUP 2016 verður hildin í Klaksvík í komandi viku og fer fram í KÍ-hollini og Badmintonhøllini í Klaksvík, kappingin byrjar mánadagin og verður liðug hósdagin. Kappingin er fyri G-14, D-16 og G-17.
Í bólkinum G-14 verða 6 lið, 6 lið verða í bólkinum D-16 og 7 lið verða í bólkinum G-17 - Tilsamans skulu 60 dystir leikast í Klaksvík fyrstu dagarnar í komandi viku. Kappingin verður sett mánakvøldið kl. 18.45.
120 ungfólk koma úr Danmark mánamorgunin við Norrønu, 44 av teimum koma frá eftirskúlanum Klintsøgaard, sum eisini høvdu fleiri lið við í Smyril Line Cup, sum var fyriskipað seinasta ár, hini 76 eru fráSilkeborg Voel KFUM, sum hava 5 gentulið og 1 dreingjalið við í Marcon Cup-kappingini.
Vit á jn.fo fara at fylgja kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald