Týsdagin 29. september er altjóða hjartadagur. Í tí sambandi bjóðar Hjartafelagið limum sínum við maka til hugnakvøld við fyrilestri á Hotel Hafnia kl. 19.00
Fyrilestrarhaldari er Niclas Heri Jákupsson, sum fer at greiða frá, hvussu ein kann varðveita lívsgleðina og eitt virðiligt lív hóast mótgongd og varandi sjúku.
Allir limir eru hjartaliga vælkomnir við maka.
Brádliga at verða hjartasjúkur er ein ógvuslig broyting í lívinum hjá sjúklinginum og teimum avvarðandi. Tað er ikki óvanligt at kenna ótta og angist, vreiði og ótryggleika annars. Eisini hava fleiri kensluna av, at lívið steðgar upp og einki er longur, sum tað plagdi.
Tí bjóðar Hjartafelagið limum sínum við maka til fyrilesturin, sum tekur støði í hesum kenslum og vísir á, hvussu vit kunnu fáa lívsgleði hóast mótgongd í lívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald