JN

Altjóða dagur at varpa ljós á blóðtøpp og bløðing í heilanum

...

2017-10-29 11:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

???Hvør er tín orsøk at fyribyrgja blóðtøppi ella bløðing í heilanum????

???Ein dag fara vit at kunna tosa um blóðtøppar og bløðingar í heilanum sum nakað, ið plagdi at vera, og hvussu vit vóru við til at steðga teimum.??? ??? Brady Johnson, yvirlivari.

Í Føroyum verða 130 fólk rakt hvørt ár av boðtøppi ella bløðing í heilanum umframt at nøkur fáa skaða í heilan av vanlukku ella aðrari sjúku. Hetta eru ræðandi høg tøl, ið eiga at vera tikin í størsta álvara.

Tað góða er, at tað ber til at fyribyrgja blóðtøppum og bløðingum í heilanum. Tíggju ymisk vandamál eru orsøk til 90 prosent av øllum blóðtøppum ella bløðingum í heilanum. Tað keðiliga er, at vit duga framvegis ikki nóg væl at síggja vandamálini ella at fyribyrgja teimum.

- Nú ljós verður varpað á blóðtøppar og bløðingar í heilanum heita vit á tey, sum taka avgerðir á hægsta stigi, í politisku skipanini og í heilsuverkum at seta í verk umfatandi fyribyrgingarætlanir, sum skulu minka um vandarnar fyri blóðtøppum ella bløðing í heilanum í øllum samfeløgum, sigur Jon Barrick, forsetin í SAFE, sum er móðirfelag fyri heilafeløg í Evropa.

Hann leggur afturat at heilsuverk, granskarar, yvirlivarar og stuðulsfeløg øll eiga at arbeiða í felag til tess at seta altjóða fyribyrgingar átøk í gongd.

Í mai legði SAFE eina kanning fram í ES-tinginum undir heitinum, ???The Burden of Stroke??? ella ???Byrðan av blóðtøppum og bløðingum í heilanum???.

Kanningin vísir, at tá tað snýr seg um at arbeiða við at basa blóðtøppum og bløðingum í heilanum í dag, eru vantandi almenn vitan og fyribyrging ein av høvuðstrupulleikunum.

- Ein blóðtøppur ella bløðing í heilanum ávirkar ikki bara tann, sum verður raktur. Og tí er talan um eina uppgávu, ið fleiri skulu stríðast ímóti. Hugsið um tað sum yvirgang í heilanum. Eins og fyribyrging er besti háttur at basa yvirgangi er fyribyrging eisini besti háttur at basa blóðtøppum og bløðingum í heilanum, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum.

Frágreiðingin vísir, at flestu lond í Evropa hava upplýsandi átøk, sum hava til endamáls at økja um tilvitskuna um vandan fyri blóðtøppum og bløðing í heilanum. Átøkini eggja eisini fólki til ein sunnari lívsstíl. Men tað er ógreitt, hvussu úrtøkan frá hesum átøkum er og hevur verið, tí bert fá eru útgreinaðai og eftirmett neyvt. Tær fáu, sum eru útgreinaðai, vísa ymisk úrslit.

??ll hava eina pesónliga orsøk til at skaðar í heilanum, men tey eiga eisini at vita, hvussu tey fyribyrgja teimum. Tað gerst bert við einum skipaðum arbeiðslagi. Við góðum stuðuli frá stjórnum og serfrøðingum kundu stuðulsfeløg fingið ein avgerandi leiklut í arbeiðinum við at økja um almennu tilvitskuna um, hvussu blóðtøppar og bløðing í heilanum og vandarnir fyri teimum kunnu fyribyrgjast. Serliga teir størstu vandatættirnir sum m.a. eru ov høgt blóðtrýst, ótstøðugt hjartaslag og ov høgt kolesterol, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum.

26 mió liva við avleiðingunum

Hvørt ár fáa 17 milliónir fólk annaðhvørt blóðtøpp ella bløðing í heilan, og er hetta tískil størsta orsøk til deyða og rørslutarn kring allan heimin. 6,5 milliónir yvirliva ikki, meðan helmingurin av teimum, sum yvirliva, fáa eitthvørt slag av skerdum førleika restina av lívinum. Mett verður, at um 26 milliónir fólk í heiminum í dag eru yvirlivarar.

Heilaskaðin hendir, tá blóðveitingin til partar av heilanum verður avbrotin. Uttan blóð fáa heilakyknurnar skaða ella doyggja tær. Hesin skaðin hevur ymiskar avleiðingar við sær. Tað veldst um, hvar í heilanum skaðin hendir. Skaðin kann ávirka kroppin, flytføri og taluna hjá fólki, eins væl og fatanarevnini og kenslurnar.

SAFE

The Stroke Alliance for Europe, sum er altjóða heitið hjá felagsskapinum, SAFE, er ein felagsskapur, sum arbeiðir uttan fíggjarligan vinning fyri eyga. Felagsskapurin varð stovnaður í 2004 og er røddin hjá sjúklingum í 26 ymsum evropeiskum londum, sum hava fingið blóðtøpp ella bløðing í heilan.

Málið hjá SAFE er at lækka talið á blóðtøppum og bløðing í heilanum í Evropa við at arbeiða miðvíst fyri betri fyribyrging og atgongd til betri viðgerð, røkt og endurvenjing eftir sjúkralegu.

Síðani felagsskapurin varð stovnaður í 2004, er hann vaksin úr seks stuðulsfeløgum upp í 29 í 26 ymsum londum í Evropa.

Fyrr í ár lat SAFE úr hondum eina altjóða frágreiðing, sum viðger støðuna við blóðtøppi og bløðing í heilanum í hvørjum einstøkum evropeiskum landi. So hvørt sum fleiri og fleiri ið vera rakt yvirliva, økist tørvurin á røkt og endurvenjing í samfelagnum.

Í kanningini er vitan um heilsurøkt tvørtur um alt Evropa, sum hevur við sær eina dagførda frágreiðing um títtleika, útbreiðslu og avleiðingar, tryggingar, heilsuverk, infrastruktur, tænastustig, góðsku og gongdina at taka við nýggjari tøkni.

Tíverri vóru eingin hagtøl tøk á enskum í Føroyum tá frágreiðingin varð gjørd og lýsur kanningina tískil ikki veruligu støðuna í Føroyum.

Til ber at lesa meira um blóðtøppar og bløðingar í heilanum og Altjóða dagin í dag niðanfyri.

www.safestroke.eu ??? www.worldstrokecampaign.org

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder