2017-01-24 17:41
KVF: Fiskimálaráðið hevur játtað 16 nýggjum verkætlanum fíggjarligan stuðul. Peningurin fer av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2017.
Størsta játtanin fór til nýggju verkætlanina Alt í Land, sum fekk hálva aðru millión krónur.
Hanus Hansen, stjóri, og JFK hava søkt um stuðul til løn til tveir mans á Gadusi og tveir mans á Sjúrðarbergi, sum bara skulu hava til uppgávu at taka tað, sum annars vanliga fer fyri borð - t.d. høvd, uggar, livur og maga - í land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald