Vinna

Als tekur ímóti ull í summar

...

2013-07-11 19:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna skrivar: Í samstarvi við Búnaðarstovuna tekur ALS ímóti ull í summar .

Ullin kann latast ALS á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Fólk úr Vágum og Mykinesi kunna eisini lata ullina á bingjuplássið í Miðvági.
Tá ullin verður latin, skal hon vera rein og turr og koyrd í plastsekkir týðiliga merktir við navni og telefonnummari.

Tit, ið lata ull, fáa 5 krónur fyri kilo. ALS flytur peningin fyri ullina í heyst.

Vilt tú frætta nærri, ber til at ringja til ALS á tlf. 299525 ella senda ein teldupost til [email protected]

Búnaðargrunnurin og IRF stuðla verkætlanini


Upplatingartíðirnar á bingjuplássinum eru:

Týsdag - fríggjadag kl. 15.00 - 18.00
Leygardag kl. 13.00 - 17.00
Vága kommuna og ALS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder