Politikkur

Alneyðugt at útvega nýggj parkeringsøki

...

2016-06-10 11:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Nýggj parkeringsøki í miðbýnum í Havn er ein átrokandi spurningur at loysa. Bæði borgarar, vinnulív og almennir stovnar hava tørv á góðum parkeringsviðurskiftum í okkara livandi býi

Miðbýurin vaknar hvønn morgun til ein brúsandi dag við gaman og álvara, har ferð er á fólki, sum strevast og stríðast, men har vit so sanniliga eisini kunnu njóta løturnar í okkara hugnaliga høvuðsstaði.

Tó at vit hava eina góða bussleið, so hava nógv ??? bæði havnarborgarar og vitjandi ??? tørv á at hava bilin við í býin, tí bilurin er nú eina ferð eitt neyðugt flutningstól hjá nógvum fólkum, um tey skulu avgreiða allar dagsins gerningar, samstundis sum tey eisini skulu fjálga um børn og maka.

Havnin hevur nógv at bjóða okkum bæði í arbeiðshøpi, og tá talan er um at taka sær av løttum, og tí er tørvur á, at koyrandi fólkið hevur góðar møguleikar at parkera bilin í býnum.

Fyri nógv fólk minka vánalig parkeringsviðurskifti um gleðina at virka og hugna sær í Havn, tí tað gerst meiri møði enn føði at fara í býin við bili teir partar av degnum, tá nógv virksemi er í miðbýnum.

Eg mæli staðiliga til, at vit í býráðnum taka vánaligu parkeringsviðurskiftini til viðgerðar, soleiðis at vit fáa til vega fleiri parkeringsøki ella parkeringshús.

Allir føroyingar hava rætt til sín høvuðsstað, og bilarnir skulu kunna standa væl parkeraðir, meðan havnarfólk og onnur vitjandi, eru í býnum og gera hann til ein livandi og áhugaverdan høvuðsstað.

Nýggj parkeringsøki í Havn gagna bæði vinnulívi, almennum stovnum, havnarborgarum ??? ja øllum Føroya fólki.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder