Politikkur

Almennur politiskur valfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík

...

2015-08-26 22:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almennur politiskur valfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík, hóskvøldi 27. august klokkan 20:00. 

??tlanin er at takað táttin upp við teim góðu gomlu valfundunum, har øll hava møguleikan at luttaka við spurningum til tey sum bjóða seg fram til at manna nýtt løgting aftaná 1. september. 

Fundurin verður skipaður sum ein aktivir fundur, har tvey valevnir í senn, frá hvørjum flokki koma at bera fram síni sjónarmið. 

Fýra høvuðsevnir verða: fiskivinna, skattur, heilsuverk, útbúgving. Møguleiki er fyri áhoyrarar at seta fram viðkomandi spurningar til tey ymisku valevnini. 

Allir flokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóveldið, Miðflokkurin, Nýtt Sjálvsstýri og Framsókn. 

??ll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder