JN

Almennur fyrilestur um barnsburðartunglyndi við John Cox

...

2015-08-27 22:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 2. september kl. 19:00 verður almennur fyrilestur um barnsburðartunglyndi við John Cox, professara emeritus, frá Keele Universiteti í Onglandi.

Fyrilesturin hevur heitið :Perinatal Depression, attachment and the roots of compassion in modern society.
John Cox er kendur fyri sítt arbeiði innan barnsburðartunglyndi og í 1987 menti hann saman við Jeni Holden "Edinburgh Postnatal Depression Scale", sum í dag verður brúktur um allan heim at screena fyri barnsburðartunglyndi. Millum annað hevur John Cox eisini sitið sum aðalskrivari í World Psychiatric Association.

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta spurningar.

Fyrilesturin verður í fyrilestrarhølinum í Jónas Broncks gøtu 25 og verður á enskum.

Kaffi og okkurt gott afturvið verður aftaná.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder