2016-05-09 08:42
Jakob Wolf vitjar í Føroyum í døgunum 9-13. mai, har hann m.a. hevur konvent við føroysku prestunum 10. mai.
Jakob Wolf starvast á Teologisk fakultet við Københavns Universitet, hann hevur skrivað fleiri bøkur, t.d. "Det guddommelige-fænomenologisk set" og ???Jobs tårer???.
Mikukvøldið 11. mai kl. 20.00,verður hann at hoyra í Vesturkirkjuni, har hann við støðið í bók síni, Jobs tårer, heldur ein fyrilestur um theodicé-trupuleikan."Jobs tårer" er, sambært Kristeligt Dagblad, ein vælskrivað og sera áhugaverd bók um evnið, sum tekur upp spurningin, sum flestu menniskju seta sær av og á:hvussu kann tað ónda henda í heiminum, tá vit eiga ein góðan, kærleiksfullan og almáttugan Gud?
Fyrilesturin er ókeypis, øll eru vælkomin.
Fyrireikararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald