
Týsdagin 3. desember 2019 kl. 19 setur Miðnámsskúlin í Suðuroy Suðuroyartunnilin á breddan. Talan er um almennan fund undir heitinum ???Suðuroyartunnlin ??? møguleikar og loysnir anno 2020???.
Endamálið við fundinum er at varpa ljós á hvussu Suðuroyartunnil kann gerast og hvat skal til fyri at Suðuroyartunnilin kann borast í framhaldi av Sandoyartunlinum.
Á fundinum verða framløgur frá umboðum fyri NCC og fyri Eystur-og Sandoyartunlar, umframt at framløga verður um støðuna í Suðuroynni.
Skráin er hendan:
??? Guðrið E. Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy bjóðar vælkomin
??? Støðan í Suðuroynni ??? Dennis Holm, samfelagsfrøðingur
??? Undirsjóvartunlar anno 2020 ??? Kristian Stórhamar, NCC
??? Uppskot til ætlan fyri ein Suðuroyartunnil ??? Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar
Høvið verið at seta spurningar.
Tiltakið, sum Miðnámsskúlin í Suðuroy skipar fyri, er alment og ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald