Politikkur

Almenna kortið av Vága kommunu hevur fingið nýtt snið

...

2017-12-11 16:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra tilfarið um byggisamtyktir og kortupplýsingar á heimasíðuni hjá Vága kommunu. Hetta arbeiðið er nú liðugt.

Nýggja kortið líkist nógv tí, ið áður var tøkt, og vísir tað byggisamtykt, matrikulkort, allar leiðingar, myndakort, upplýsingar um gravir í kirkjugørðunum og mangt annað.

Kortið er brúkaravinarligt. Til ber at taka mát, tekna skitsur og prenta frá síðuni og so er hon lættari at brúka frá snildfon og teldlum.

Fyrsta almenna byggisamtyktin fyri Vága kommunu er eisini endaliga góðkend og almenn á heimasíðuni og tað er í hesum sambandi at sjálvt kortið er dagført. Almenna byggisamtyktin fyri Vága kommunu avloysir almennu byggisamtyktina fyri Miðvág og Vatnsoyrar og almennu byggisamtyktina fyri Sandavág.

Kortið kann síggjast her.

Almenna byggisamtyktin og serstøku byggisamtyktirnar kunnu lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder