Politikkur

Almenna hallið í 2013 var 367 milliónir

...

2014-11-06 00:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Hallið hjá tí almenna var 367 milliónir kr. í 2013. Tað eru 85 milliónir meira enn í 2012.

Tað er landið, ið eigur størsta partin av úrslitinum. Í 2013 hevði landið eitt hall á 341 milliónir, og er tað 60 meira enn í 2012, tá hallið var 281 milliónir. Landið hevur havt hall seinastu seks árini, størst í 2009 við 506 milliónum og minst í 2011, tá tað var 203 milliónir.
Seinastu tvey árini er hallið hjá landinum vaksið og er nú 341 milliónir.

Kommunurnar hava seinastu árini havt smá yvirskot millum 30 og 40 milliónir, men í 2013 høvdu kommunurnar eitt lítið hall á 45 milliónir. Hetta broytir úrslitið við 78 milliónum, og í so máta eru tað kommunurnar, sum eiga størsta lut í broytingini.

Hjá sosialu grunnunum, (tað eru AMEG/Samhaldsfasti, ALS, Heilsutrygd, Barsil o.l.) vendi gongdin í 2013. Frá 2010 til 2012 høvdu grunnarnir undir einum hall. Orsøkin var høga arbeiðsloysið, men nú tað er minkað aftur, kundu grunnarnir vísa á eitt yvirskot uppá 19 milliónir í 2013.
 

2013 var sætta árið á rað, at tað almenna hevði hall. Størst var hallið í 2009, tá tað var 569 miljónir, ið svarar til 4,8% av BT??, bruttotjóðarúrtøkuni. Bæði í 2011 og 2012 var hallið um 280 milliónir, ið er 2,1% av BT??.

Í 2013 vaks hallið við 85 milliónum, og  hetta sæst aftur í, at hallið hjá tí almenna nú er 2,6% av BT?? 

Seinastu árini hevur gongdin bæði í inntøkum og útreiðslum víst lítan vøkstur, og 2013 er onki undantak í so máta. Inntøkurnar vuksu 1,5%, meðan útreiðslurnar vuksu 2,5%. Samlaðu inntøkurnar í 2013 vóru 7,4 milliardir, meðan útreiðslurnar vóru 7,7 milliardir.

??tgreinaðar upplýsingar um almennar inntøkur og útreiðslur  eins og almennu útreiðslurnar á virkisøki eru dagførdar í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder