Politikkur

Almenn vitjan úr Russlandi hesa vikuna

...

2017-06-19 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almenn vitjan úr Russlandi hesa vikuna

Ilya Shestakov, russiskur varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu, og frú Regina G. Shestakova koma á almenna vitjan í Føroyum seinnapartin í dag.

Fyri teimum standa Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, og frú Hildur Hermansen sum vertir.

Seinnapartin í dag gongur leiðin út í Mykines, har bygdin verður vitjað. Eisini verður ein útferð gjørd út í Lamba og Mykineshólm at njóta vøkru føroysku náttúruna.

Týsdagin fer Ilya Shestakov, varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu at hava fundir við ávikavist Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra og Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmann.

Týsdagin klokkan 12:30 ??? 13:00 fara Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, og Ilya Shestakov, varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu at hava felags tíðindafund á Hotel Hafnia.

Týsdagurin endar við almennum døgurða í Kirkjubø, har vertir vera Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, og frú Hildur Hermansen.

Mikudagurin fer allur til at vitja føroyskar fyritøkur innan fiskivinnu og alivinnu. Vitjað verður hjá Hiddenfjord, JFK, Havsbrún, Pelagos og Bakkafrost. Umframt føroyska og russiska fiskimálaráðharran við frúum, luttaka eisini Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og Mikhail V. Vanin, russiskur sendiharri.

Mikudagurin endar við einum døgurða í Runavík, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og føroysk vinna vera vertir .

Russiska sendinevndin, sum telur 17 fólk tilsamans, fer aftur av landinum hósmorgunin.

Vitjanarskráin kann heintast her.

Meira fæst at vita um almennu vitjanina við at seta seg í samband við Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara á tel. 553249

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder