Ítróttur

Almenn umbering til manningina á Nólsoyingi

...

2015-06-10 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

RSF: Í samband við hendingina á norðoyastevnu farna vikuskiftið, tá manningin á Nólsoyingi av órøttum var løgd undir at hava brotið grein 4 í reglunum hjá Róðrarsambandi Føroya viðv. báti og trygd, vil nevndin í Róðrarsambandinum fegin taka í egnan barm og alment umbera mistakið. Listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, sum alt kjakið snúði seg um, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum. At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um. Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder