Kunngerðin um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum er lýst.
Í hesum sambandi verður alment boðað frá, nær einstøku sølurnar fara fram og/ella nær seinasta freist er at lata boð inn.
Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum fara fram í døgunum frá 11. til 22. juli 2016.
Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir:Opin uppboðssølaogafturlatin uppboðssøla.
Opin uppboðssøla
Dagfestingin fyriopnuuppboðssøluni ásetur,nærsølan fer fram.
Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:
Mánadagur 11. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 1.200 tons.
Hósdagur 14. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
Hósdagur 14. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.
Hósdagur 21. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
Hósdagur 21. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.
Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo.
Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan sølunum.
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya,www.fmf.fo,telefon 41 41 41 ella[email protected].
Afturlatin uppboðssøla
Dagfestingin fyriafturlatnuuppboðssøluni staðfestirseinastu freistat lata boð inn.
Vørnstendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.
Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:
Hósdagur 14. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
Mánadagur 18. juli 2016: Botnfiskur í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
Hósdagur 21. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
Fríggjadagur 22. juli 2016: Makrelur, 2.000 tons.
Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn,www.vorn.fo.
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn,www.vorn.fo,telefon 31 10 65 ella[email protected]
Svartkjaftur
Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august-september 2016 (í viku 35 og 36). Kunnað verður nærri um hetta í øðrum tíðindaskrivi.
Fiskimálaráðið, 5. juli 2016
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald