Almannaverkið nýtt høvuðssæti á Staravegi í Havn
Almannaverkið flytir inn í nýtt høvuðssæti á Staravegi í Havn á sumri í 2017. Nýggi bygningurin, í trimum hæddum uppá góðar 2300 fermetrar, verður bygdur til tørvin hjá Almannaverkinum.
Almannaverkið hevur undirskrivað ein 10 ára leigusáttmála við Sp/f FS Holding, sum letur bygningin byggja. FS Holding eigur eisini bygningin á Smyrilsvegi 14, har nýggj høli eru innrættaði til miðstøð fyri hjálpartól og endurvenjing. Stutt er millum bygningarnar og tískil fara bygningarnir at virka sum ein eind, við felags móttøku á Staravegi.
Sáttmálin við FS Holding tryggjar Almannaverkinum góð og trygg hølisviðurskifti í nógv ár framyvir. Leigukostnaðurin uppá 1100 krónur fyri fermeturin er fastlæstur í sáttmálatíðarskeiðnum og harafturat verða útreiðslurnar til leigu og rakstur av nýggja bygninginum væl lægri fyri Almannaverkið um árið, enn útreiðslurnar til verandi høli á Smyrilsvegi 20.
Ein góð loysn á einum góðum stað
Almannaverkið hevur í longri tíð arbeitt við eini varandi hølisloysn. Avtalan við FS Holding tryggjar Almannaverkinum eitt nýmótans, framtíðartryggjað høvuðssæti á einum góðum stað, við góðum atkomumøguleikum fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk.
Verandi høli eru góð, men bygningurin er ikki gjørdur til so nógv starvsfólk, sum starvast í Almannaverkinum. Trongu umstøðurnar hava við sær trupulleikar við eitt nú luftskifti og órógvandi ljóði, so fyri starvsfólkið verður nýggi bygningurin á Staravegi eitt frambrot.
Talan er um ein skynsaman bygning við øllum nýmótans hentleikum, góðari luftskiftisskipan og rúmligum skrivstovum, móttøku og fundarhølum.
- Hetta er ein góð loysn, sum kemur bæði viðskiftafólki og starvsfólki til góðar, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Almannamálaráðið og Landsverk hava tikið undir við ætlanini og góðkent sáttmálan. Bygningurin verður eftir ætlan innilokaður í fyrra hálvári í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald