Ítróttur

Álmanakkin til fótbóltsfjepparan

...

2017-03-04 09:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á hvørjum ári er rættuliga nógv virksemi á skránni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og í 2017 verður einki undantak. Kappingar, landsdystir, skeið av ymsum slag og annað verður fyriskipað í hesum árinum, og tað krevur nógva og góða fyrireiking.

Í hesum sambandi hevur FSF aftur í ár gjørt árliga Álmanakkan, har yvirlit yvir alt virksemið sæst. FSF Álmanakkin 2017 er til at heingja upp á veggin, og er uttan iva eitt hent "amboð" fyri allar fótbóltsfjepparar.

Álmanakkin kann heintast ókeypis í FSF-húsinum í Havn, mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 16:00. FSF Álmanakkin 2017 kann eisini síggjast her:Álmanakkin 2017 (PDF)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder