Heðin Mortensen skrivar á Facebook:
Slóðbrótandi avtala er í dag gjørd ímillum Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotan. Avtalan merkir, at allir føroyingar úti sum heima fáa fría atgongd til allar orðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum, samstundis sum allur heimurin fær atgongd til føroyska málið.
Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum ogSprotin hava í dag gjørt slóðbrótandi avtalu um føroysku netorðabøkurnar. Avtalan ímillum hesar tríggjar partar merkir, at allar orðabøkurnar áwww.sprotin.foverða tøkar øllum Føroya fólki og øllum heiminum annars.
Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. ??tlit eru til, at ein íslendsk og ein fronsk koma aftrat, áðrenn langt um líður. Arbeitt verður eisini við, at ein norðurlendsk skipan við øllum teimum norðurlendsku málunum kemur inn á kervið.
Mentamálaráðið og kommunurnar meta, at hetta málið er ov týdningarmikið til at enda sum kastibløka ímillum land og kommunur og sum eitt kjak um, hvør ið hevur fíggjarliga ábyrgd av hvørjum.
Umframt at tryggja øllum okkara skúlaungdómi bestu fyritreytirnar verður við hesum eisini tryggjað føroyska málinum bestu fyritreytir. Føroyska málið kann nú verða granskað og umrøtt um allan heim, og tað fer vónandi at vekja uppaftur størri áhuga fyri Føroyum og føroyska málinum.
Við hesum vóna Mentamálaráðið og kommunurnar, at lunnar eru lagdir undir eitt áhaldandi og mennandi samstarv millum land og kommunur á skúla- og mentanarpolitiska økinum.
Avtalan varð undirskrivað Í Mentamálaráðnum í kvøld av Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra og Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum.
Tórshavn 16. januar 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald