Politikkur

Allir flokkar vóru fyrrapartin á fundi um tunnilsætlanina

...

2013-12-10 19:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Allir flokkar vóru fyrrapartin á fundi í Fíggjarmálaráðnum um tunnilsætlanina.

Tað má minsta lagi verða ein fundur aftrat, fyri at finna semju í tunnilsmálinum.

Allir flokkar vóru fyrrapartin á fundi í Fíggjarmálaráðnum um tunnilsætlanina.

- Fundurin var góður, og nakrir spurningar vórðu reistir, sum vit skulu greiða til næsta fund. Heldur verandi gongd fram, so ivist eg ikki í, at allir flokkar fara at taka undir við tunnilsætlanini, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Hann hevur sett sær fyri at fáabreiða semju um tunnilsætlanina, sum í fyrsta umfari fevnir um at gera Skálafjarðartunnilin og síðani Sandoyartunnilin.

Fundur verður aftur um tunnilsverkætlanina seinast í vikuni, tað skrivar kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder