Allir
andstøðuflokkarnir kæra Johan Dahl til landsstýrismálanevndina
Eftir
lemjandi frágreiðingina frá Løgtingsgrannskoðarunum um fyrisitingina hjá Johan
Dahl av Strandferðsluni, hava andstøðuflokkarnir gjørt ta niðurstøðu, at
misálitisváttan eigur at verða reist ímóti landsstýrismanninum.
Eftir
at hava loddað dýpið millum samgonguflokkarnar bendir tó onki á, at ein
misálitisváttan fer at verða samtykt í løtuni.
Tí
hava andstøðuflokkarnir í fyrsta umfari valt at kæra Johan Dahl til
Landsstýrismálanevndina.
Í
kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum,
sum m.a. staðfesta, at ???landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað
Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin
ikki fór at halda.???
Kæran
heitir á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:
-
Hvørt
landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
-
Hvørt
landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.
-
Hvørt
landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins.
-
Hvørt
landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.
-
Hvørt
landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum í
fyrisitingini av hesum málinum.
Á
løgtingi 6. mai 2014
Vegna
Tjóðveldi Vegna
Javnaðarflokkin Vegna
Framsókn Vegna Sjálvstýrisflokkin
Høgni
Hoydal Aksel V.
Johannesen Poul
Michelsen Kári P.
Højgaard
Kæra
um fyrisitingina hjá Johan Dahl í sambandi við Strandfaraskip Landsins í 2013
Landsstýrismálanevndin
Løgtingið
Á løgtingi, 6. mai
2014
Hervið
verður fyrisitingin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, í sambandi við
fíggjarligu viðurskiftini á Strandfaraskipum Landsins í 2013 kærd til
landsstýrismálanevndina.
Víst
verður til frágreiðingina og viðmerkingarnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, við
tilhoyrandi skjølum, sum vórðu sendar Løgtinginum 1. mai 2014.
Her
siga Løgtingsgrannskoðararnir m.a. í sínum høvuðsniðurstøðum:
???Løgtingsgrannskoðararnir
halda tað als ikki vera nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins
hava verið ógreið og ikki nøktandi.
Løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki
kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um,
at játtanin til stovnin ikki fór at halda.
Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini hvassliga, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi
meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg
ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað
góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.
Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at samskiftið
millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið/landsstýrismannin tykist óskipað,
ógreitt og skiftandi.
Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar- og
fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi,
hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum.
Løgtingsgrannskoðararnir áttu at verði kunnaðir við tað sama, landsstýrismaðurin
hevði biðið um at fáa serliga grannskoðan framda.???
Heitt
verður tí á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:
-
Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
-
Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.
-
Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan.
-
Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.
-
Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum sambært
lógum og reglum í fyrisitingini av hesum málinum.
Vegna
Tjóðveldi Vegna Javnaðarflokkin Vegna Framsókn Vegna Sjálvstýrisflokkin
Høgni
Hoydal Aksel V. Johannesen Poul Michelsen Kári P. Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald