2015-11-21 05:58
Torbjørn Jacobsen skrivar á Facebook.
Nú fall eitt fimmoyra. Ei dáni í at formaðurin í Kommunufelagnum (sum er partur av politiska grundarlagi samgongunnar) hevur verið so kúrrur um kommunalu fíggingina av skattalættanum hjá landsstýrinum. Havnin fær mótvegis øðrum kommunum at kalla fulla kompensatión fyri missin, meðan jaðarin uttanfyri bøgarðarnar í metropolinum (útjaðarin, sum hýsir alingini) - bløðir spakuliga ella skjótt út.
Norðlýsið skrivar:
Alivinnan skal rinda 20 mió. kr. til Tórshavnar Kommunu
Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum og Føroya Løgmaður boðaðu frá á tíðindafundi í vikuni at ætlanin hjá Landsstýrinum er at alivinnan skal rinda eitt serligt tøkugjald sum tilsamans verður 108 mió. kr.. Av hesum ætlar landsstýrið at lata kommunukassunum 45 %.
Norðlýsið hevur fingið hendur á ætlanunum hjá landsstýrinum og har stendur greitt at av teimum 108 mió. kr. sum alivinnan komandi ár fer at rinda í tøkugjaldi er ætlanin at kommunurnar fáa 45%.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skullu hesar 40 mió.kr. bítast eftir fólkatalinum og sostatt er greitt at Tórshavnar Kommuna fær 20 mió. kr. hóast lítið og eingin aling er í Tórshavnar Kommunu. Restin ??? t.v.s. umleið 20 mió. krónur skullu so bítast eftir fólkatalinum til hinar kommunurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald