Vinna

Aliumsitingin skal flytast úr Vági til Havnar

...

2015-12-22 20:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sudurras skrivar:

Herferðin móti útjaðaranum tekur ongan enda, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, nú Aliumsitingin ætlandi skal flytast úr Vági til Havnr.

Miðstaðarøkið tykist hava eittans endamál, tað er at alt skal liggja í Havn. Og nú verður aftur lagt eftir útjaðaranum, nú ætlanin er at flyta Aliumsitingin úr Vági til Havnar.

Í 2010 varð Aliumsitingin flutt til Vágs, hetta var um sama mundi, sum Brúkaraumboðið varð stovnsett við bústaði í Vági. Brúkaraumboðið er síðani flutt til Havnar. Og nú verður Aliumsitingin eisini flutt til Havnar, gongst sum stjóranum í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ætlar. ??tlanin er at Aliumsitingin fyrst í komandi ári skal flyta inn til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Havn.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, harmast um at tað nú aftur verður lagt eftir útjaðaranum. Endamálið tykist verða, at onki skal verða uttanfyri ringvegin í Havn. -Og eru tað ikki politikkarar, sum leggja eftir útjaðaranum, so eru tað landsstovnar og landsumsitingin, sigur Dennis Holm.

Hendan herferðin ímóti útjaðaran tykist ongan enda at taka. Tað láturliga er, at samstundis sum tøkniliga menningin ger at tað er, ein stórur partur av almennu uppgávunum í Føroyum kunnu loysast kring alt landið, so skal alt kroystast til Havnar, sigur Dennis Holm. -Aliumsitingin hevur verið í Vági síðan 2010 og mær vitandi hevur ongin kært um tænastuna, so eg skilji ikki hví hesa herferðirnar eftir almennum stovnunum uttanfyri Havnina halda áfram.

Suðuroyggin er væl mannað bæði í Løgtinginum og í Landsstýrinum, so eg vænti ikki seinasta orðið er sagt í hesum málinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.


Málnr.:15/02042-11 Málsviðgeri:BE / Tlf.:+298 556428

Viðvíkjandi: Tíðindaskriv, í.s.v. at aliumsitingin flytur úr Vági til Havnar

Tíðindaskriv 22. desember 2015

Aliumsitingin flytir til Havnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um at flyta aliumsitingina úr Vági til Havnar. Høvuðsorsøkin til hesa broyting er, at staðsetingin í Vági ber í sær nógv eyka samskifti og harvið eyka arbeiði í mun til, at umsitingin liggur í Havn.

Leiðslan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur tikið avgerð um, at aliumsitingin, sum hevur ligið í Vági síðani 2010, í komandi ári flytir til Havnar.

At umstingin verður flutt til høvuðsstaðin skal síggjast í ljósinum av, at hetta fer at skapa munandi betri grundarlag fyri fakligum og umsitingarligum samvirkanarárini, ið fer at effektivisera myndugleikavirksemið við føroysku aliumstingini.

- Í høvuðsstaðnum hava øll, ið hava beinleiðis myndugleikasamband við alivinnuna sín arbeiðsstað. Eitt nú Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, landsdjóralæknin, eftirlitsfólk- og embætisdjóralænar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, eins og undirritaði sum leiðari fyri stovnin, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Starvsfólkinum á aliumsitingini stendur í boði at halda fram í starvinum, eftir at umsitingin verður flutt úr Vági á høvuðsskrivstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á Smyrilsvegi 7 í Havn.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur kunnað avvarðandi landsstýrismann, Poul Michelsen, um ætlaðu flytingina.

??tlanin er at fremja flytinginia 1. februar 2016.

Vinarliga

Bárður Enni

Stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder